Eldsins øði
Bók 3 um Sofíu í Mosambik
Please note that the standard 14-day cancellation right terminates upon receiving access to the e-book.
Product description
Okkurt er ikki, sum tað eigur. Armando kemur knappliga heim seinni og seinni um kvøldarnar, og sjálvt um inntøkan á bilverkstaðnum er lítil, so er hann í nýggjum klæðum. Sofía og børnini fáa harafturímóti einki.
Tá ið versti illgruni hjá Sofíu verður staðfestur, er svikið ein veruleiki. Í staðin fyri at svølgja øðina velur Sofía at fara sínar egnu leiðir. Men prísurin verður høgur - fyri tey øll somul.
Í hesari bókini er nógv hent í lívinum hjá Sofíu. Hon er gift og eigur børn. Hon seymar klæðir fyri at breyðføða seg og síni, og maðurin Armando arbeiðir á bilverkstaði. Men so broytist knappliga alt, og Sofía má enn einaferð vísa, at hon hevur sín egna vilja og ikki vil lata seg kúga av nøkrum.
Triðja bókin um Sofíu gevur eina livandi mynd av einari ungari kvinnu og stríðnum móti fátækdømi og órætti, av kenslum og vanlagnu hennara í einum av heimsins fátækastu londum.
Accessibility information
No accessibility information. Contact customer service for info
Details
- ISBN13 9789997257833
- Released 2009
- Format Elektronisk medie
- Edition 1
- Language Faroese